
Pengapoddurin
By Pengapoddurin
Tað hava tey flestu av okkum nokk hoyrt. Í hesum poddinum gera vit tað allíkavæl. Pengapoddurin snýr seg um nýtslu, uppsparingar, íløgur, pensjón og alt tað, sum hevur við pengar at gera. Vertur: Birgith Lassen.
Poddurin er gjørdur í samstarvi við Betri. Les meira á betri.fo/pengapoddurin.

PengapoddurinFeb 13, 2021

8: Ræðist tú rokningar?
Ræðist tú alt, sum hevur við pengar, brævbjálvar og bankar at gera? Pengapoddurin hesa ferð snýr seg um pengar og kenslur. Lær teg at stýra tíni pengaræðslu og fá betri tamarhald á tíni fíggjarstøðu. Við í poddinum eru: Kaja Joensen, Birna í Hjøllum Hentze og Arni Zachariassen.

7: Hvussu byggi eg eini hús?
Tað er nógv at halda skil á, tá tú skalt byggja eini hús. Hvussu skal húsið síggja út? Hvussu skal tað fíggjast? Í hesum poddinum tosa vit við arkitekt, bankaráðgeva og eitt par, sum hevur bygt síni egnu hús.
Vertur:
Birgith Lassen
Gestir:
Eyðun Eliasen, arkitektur
Tomma S. Petersen, kundaráðgevi í Betri Banka
Bogi Jørgensen og Sissal Jørgensen, húsaeigarar

6: Parlag og pengar
Hvussu kunnu pengar ávirka parløg? Hvussu sleppa vit undan, at teir skapa trupulleikar í parlagnum? Í hesum partinum tosa vit við parterapeut um pengar og parlag.
Vertur: Birgith Lassen
Gestur: Sólrun Jacobæus, familjuterapeutur

5: Hvat skal eg hugsa um, tá eg skal keypa bústað?
At keypa bústað er ein av størstu íløgunum í lívinum. Tí er nógv at seta seg inn í. Nær er rætta løtan? Hvat er ein góð byrjan? Hvussu fái eg skil fyri fígging? Í hesum partinum royni eg at fáa svar upp á hesar spurningar.
Vertur: Birgith Lassen
Gestir:
Jákup Andrias Hansen, ognarmeklari hjá Betri Heim
Rógvi Jakobsen, húsaeigari
Durita Markná, húsaeigari
Tummas Pauli Djurholm, kundaráðgevi hjá Betri Banka

4: Kann eg stýra mínum innkeypi?
Vit kenna øll hesi impulskeypini, tá vit standa í handilinum. Er nakar máti at skipa innkeypið øðrvísi? Kann tað gera, at vit spara meira upp til okkara dreymahús, ferðir ella annað, sum vit ynskja okkum?
Vertur: Birgith Lassen
Gestur: Ester Vang, kundaráðgevi í Betri Banka

3: Hvussu læra vit børn um pengar?
Vertur:
Birgith Lassen
Gestur:
Súsanna Martina Petersen, kundaráðgevi í Betri Banka

2: Hví skal eg gera íløgur, Sverri?
Í løtuni fær mann í besta føri lítla ella onga rentu við at hava pengarnar standandi á eini innlánskontu. Hvussu fær mann pengarnar at vaksa? Og nær er skilagott at gera íløgur í virðisbrøv?
Vertur:
Birgith Lassen
Luttakari:
Sverri Justinussen, leiðari á Markets í Betri Banka

1: Kann eg duga betur at brúka og spara pengar?
Hvørjar pengatýpur eru til og er tað møguligt at broyta sína atferð, so mann dugir betur við pengum?
Vertur:
Birgith Lassen
Luttakarar:
Alice Frederiksberg, kundaráðgevi í Betri Banka
Arni Zachariassen, atferðarviðgeri, DAT ung
Birna í Hjøllum Hentze, atferðarviðgeri, DAT ung